Slóðbrótandi grein í altjóða tíðarrit

5. APRÍL 2019

Greinin, “Inheritance of Susceptiblity to Maligant Blood Disorders” er almannakunngjørd á nature.com Scientific Report og lýsir, hvussu illkynjaðar blóðsjúkur arvast.

Í februar mánað var ein vísindalig grein almannakunngjørd, sum byggir á granskingarverkætlan, sum Oslo Universitets Hospital hevur staðið fyri í samstarvi við millum annað Landssjúkrahúsið og Ílegusavnið.

Í alt luttóku 112 familjur úr Noregi og Danmark, har foreldur ikki vóru í ætt hvørt við annað, íalt 301 sjúklingar, og ein stór familja úr Føroyum, har foreldur vóru í ætt hvørt við annað, íalt 315 sjúklingar.

Tá ið foreldur ikki eru í ætt við hvørt annað, vísir granskingin, at sjúkan mest vanliga arvast beinleiðis frá sjúkum foreldri - sjúkt barn, og oftast kemur fyri mamma til sjúkan son.

Í Føroyum harafturímóti har foreldur eru í ætt hvørt við annað, vísir tað seg ikki, at sjúkan arvast í beinleiðis linju, men í óbeinleiðis linju, tvs. sjúk fastir/mostir, sjúkt barn, ella sjúkur pápabeiggi/mammubeiggi, sjúkt barn.

Granskingin vísur eisini, at títtleikin av illkynjaðari blóðsjúku er hægri í Føroyum samanborið við okkara grannalond, og sjúklingarnir eru yngri, tá ið sjúkan vísir seg samanborið við dáturnar úr Noregi og Danmark.

Niðurstøðan er, at sokallað “genetic drift” kemur fyri har lítil genetisk populatión ættarlið eftir ættarlið roynir at burturbeina skaðiliga ílegu (gen). Hetta vísir seg við at sjúka vísir seg yngri og yngri og til at enda at barnið í móðurlívið doyr og genið harvið eisini doyr burtur í populatiónini.

Grundað á ættartrø hevur verið hugt eftir familjusambondum í trý til fýra ættarlið. Til hetta arbeiðið er framkomin tøkni innan bio hagfrøði nýtt til at eyðmerkja mynstur í stórum dáta mongdum.

Granskingarverkætlanin varð fíggjað av Oslo Universiteti.

Greinin á enskum kann lesast her:

Høvundarnir til greinina eru Viggo Jønsson, Oslo University Hospital, Haneef Awan, University of Oslo, Neil D. Jones, University of Copenhagen, Tom B. Johannesen, Norwegian Cancer Registry, Bjarni á Steig, Landssjúkrahúsið, Guðrið Andorsdóttir, Ílegusavnið, Geir E-Tjønnefjord, University of Oslo

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.