Thomas Schiøler tekur við nýggjum avbjóðingum

1. OKTOBER 2019

Thomas Schiøler, varastjóri, hevur sagt seg úr starvi. Hann hevur fingið bjóðað starv sum leiðandi yvirlækni á Klinisk Biokemisk Afdeling á Nordsjællands Hospital.

Thomas byrjaði sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum og í Sjúkrahúsverki Føroya síðst í 2018 og hevur longu sett síni fingramerki á sjúkrahúsverkið við sínum fakliga kunnleika og áhaldandi ynski um at gera viðgerðir og mannagongdir betri.

Thomas Schiøler fer úr starvinum sum varastjóri um ársskiftið. 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.