Turið hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Turid hevur verið ávikavist hjá Dánjal Petur Højgaard, kommunulækna, í Suðurstreymoyar læknadømi, tá ið hann starvaðist í Miðlon, hjá Djóna Joensen, kommunulækna í Vestmanna læknadømi og nú tað seinasta árið hjá Katrin Rubek Nielsen, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri kvinnusjúkur og á deildini fyri barnasjúkur, so hevur Turið verið á Hvidovre Sjúkrahúsi og tikið hendan partin har, ½ ár í hvørjum stað.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Turid Holm Johannesen er tann fjórði læknin í ár sum verður liðugur.
Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.
Á myndini eru Thomas Schiøler, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya og Turið Holm Johannesen, serlækni í almennum medisini.