International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Turið Holm Johannesen liðug við útbúgving sum serlækni í almennum medisini

30. AUGUST 2019

Turið hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. 

Turid hevur verið ávikavist hjá Dánjal Petur Højgaard, kommunulækna, í Suðurstreymoyar læknadømi, tá ið hann starvaðist í Miðlon, hjá Djóna Joensen, kommunulækna í Vestmanna læknadømi og nú tað seinasta árið hjá Katrin Rubek Nielsen, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. 

Av tí at Landssjúkrahúsið ikki hevur rúm fyri meira enn einum útbúgvingarlækna í senn á deildini fyri kvinnusjúkur og á deildini fyri barnasjúkur, so hevur Turið verið á Hvidovre Sjúkrahúsi og tikið hendan partin har, ½ ár í hvørjum stað. 

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. 

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Turid Holm Johannesen er tann fjórði læknin í ár sum verður liðugur. 

Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar. 

Á myndini eru Thomas Schiøler, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya og Turið Holm Johannesen, serlækni í almennum medisini. 

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.