Corona.fo

Kanna fyri koronu frá klokkan 13 sunnudagin

8. AUGUST 2020

Øll sum standa í bíðirøð klokkan 14 verða kannaði fyri koronu á Landssjúkrahúsinum í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at verða kannaði.

Kannað verður fyri koronu á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 13 sunnudagin og ikki 9, sum áður fráboðað.

Aftur í dag eru nógv fólk, sum lata seg kanna, tó at bíðirøðin er styttri enn í gjár. Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 14 í dag.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.