Corona.fo

Koronukanningarnar flyta á Eystaru Bryggju

3. OKTOBER 2020

Mánadagin flyta koronukanningarnar av Eirargarði oman á Eystaru Bryggju. Fyri at sleppa undan longu bíðirøðunum skulu øll, ið vilja at lata seg kanna, bíleggja tíð frammanundan. Bíleggingin fer fram á heimasíðuni korona.fo.

Síðani fyrst í augustmánað hevur Eirargarður verður karmur um koronukanningar hjá Sjúkrahúsverkinum. Hóast bíðirøðirnar viðhvørt hava verið langar, so hevur hetta yvirhøvur rigga væl og umstøðurnar hjá starvsfólkum og teimum, ið hava latið seg kanna, hava verið nøktandi.

Seinastu vikurnar hevur verið meiri illfýsi veður, og tjaldið, ið áður hevur vart starvsfólkini fyri avfalli, kann ikki nýtast í nógvum vindi og er tikið burtur. Hetta er ikki haldgóð støða, og hevur Sjúkrahúsverkið í eina tíð leita eftir brúkiligum hølum at hýsa koronakanningunum, nú veturin nærkast.

Minnist til at bíleggja tíð til kanning, møtið stundisliga – og tak kvittanina við
Tað er í hesum sambandi, at Sjúkrahúsverkið nú tekur upp samstarv við Smyril Line um koronakanningarnar. Ítøkiliga merkir hetta at kanningarnar frá fríggjadegnum verða gjørdar á Eystaru bryggju í høllini skamt frá Farstøðini.

Øll, sum vilja lata seg kanna, skulu bíleggja tíð til koronukanning inni á korona.fo. Hetta verður gjørt í talgildari bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini hava møguleika at ringja á 304545 og fáa hjálp.

Tá tú hevur bílagt fært tú eina kvittan á telefonina og teldupost. Tað er umráðandi at hava hesa við sær oman í bilrøðina á Eystaru Bryggju. Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð.

Samstarv við Smyril Line og Thetis
Tað verður tó framvegis Sjúkrahúsverkið, sum hevur evstu ábyrgd av koronukanningunum og fólk frá Landssjúkrahúsinum koma at tryggja at øll viðurskifti kring kanningarnar hava neyðugu dygdina.

Uppgávan hjá Smyril Line verður at hýsa kanningunum, skipa ferðsluna á økinum og annars skipa fyri, at øll, ið bíleggja eina tíð til kanning, verða kannaði. Avtalað er samstundis gjørd við Thetis, at tað verða royndu starvsfólkini hjá kanningarstovuni, sum fara at pota.

Koronakanningarnar órógva ikki virksemið á keiøkinum
Nógv virksemið er á Eystaru bryggju, men tað eru eisini løtur, tá virksemið er minni. Tað er í hesum tíðarbilum, at koronukanningarnar verða gjørdar. Upplatingartíðirnar verða hesar:

Mánadag kl. 17-19
Týsdag kl. 20-22
Mikudag 17-19
Fríggjadag 19.30-21.30
Leygardag 16.30-18.30

Ongar kanningar eru hósdag og sunnudag.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.