Corona.fo

Sjúkrahúsini kanna øll fyri koronu – men minnist til ávísingina

4. AUGUST 2020

Eftir ólavsøku eru tað mong, sum hava latið seg kanna fyri koronu á teimum trimum sjúkrahúsunum, og væntandi er, at talið fer at økjast enn meira komandi dagarnar.

Í hesum sambandi hava sjúkrahúsini, kommunulæknarnir og Heilsutrygd tillagað mannagongdir og starvsfólkahópin samsvarandi, soleiðis at tey, ið hava illgruna um smittu, verða kannaði skjótast til ber. Til dømis er talið av teimum, sum potað, tvífaldað í morgin á Landssjúkrahúsinum og fleiri starvsfólk eru í Læknavaktini frá í kvøld.

1870-koronavaktin letur uppaftur
Kommunulæknaskipanin og Heilsutrygd hava gjørt av at lata upp aftur serstøku 1870-koronavaktina frá kl. 8 í morgin árini tann 5. august. Hendan telefonin verður fyribils opin frá kl. 8 til 20 hvønn dag í vikuni og skal tryggja, at fólk altíð kunnu fáa fatur á einum, sum kann ávísa til koronukanning.

Mannagongdin er annars enn hin sama. Hevur tú sjúkueyðkenni, ella er illgruni um koronusmittu, so skalt tú seta teg í samband við kommunulæknan, sum ávísur til koronukanning á sjúkrahúsinum. Sleppur tú ikki ígjøgnum til egnan lækna, so ber til at ringja til serstøku 1870-koronavaktina.

Til ber ikki at verða kannaður fyri koronu uttan ávísing. Kanningarnar fara fram á:

Landssjúkrahúsinum gerandisdagar millum 9 og 11
Klaksvíkar sjúkrahúsi gerandisdagar millum 10 og 11 og á
Suðuroyar sjúkrahúsi mánadag, mikudag og fríggjadag millum 12 og 13.

Hildið verður á at kanna fólk, so leingi bíðirøðir eru.

Ver heima um illgruni er um smittu
Tað er av stórum týdningi at fólk ringja og ikki møta upp hjá lækna, um illgruni er um smittu. Eisini eiga fólk at halda seg heima, meðan bíðað verður eftir kanningarúrslitinum.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.