Corona.fo

Koppsetingin: Føroyar liggja væl fyri í koppsetingargongdini

8. MARS 2021

Føroyar er í løtuni tað landið, sum hevur gjørt flest koppsetingar í Norðurlondum. Nú eru tilsamans 8086 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

Heimsins lond leggja nógv fyri at fáa koppsett sínar íbúgvar, og áhugavert er at fylgja við hvussu tað gongur kring knøttin. Á heimasíðuni hjá Our world in data verða almennu hagtølini fyri koppsetingini úr øllum heiminum savnað. Hagtølini verða dagførd hvønn dag á middegi.

Hagtølini vísa, at í løtuni liggja Føroyar væl fyri í koppsetingargongdini. Vit eru fremst í Norðurlondum, sum yvirhøvur er væl við í koppsetingini samanborið við onnur lond í Evropa. Danmark eru næst, síðani Ísland, Noreg, Finland, Svøríki og Grønland.

Myndin omanfyri er frá https://ourworldindata.org/covid-vaccinations. Tølini á myndini vísa samlaða talið av koppsetingum í landinum í mun til hvørjar 100 íbúgvar, sí eisini myndina HER

Í heimshøpi eru lond, sum eru komin enn longur í koppsetingargongdini. Nevnast kunnu Ísrael, Bretland, USA, Kili, Bahrain, Sameindu Emiratini og Gibraltar. 

Gongdin her heima hevur víst, at koppsetingartoymini í Sjúkrahúsverkinum væl kundu koppsett fleiri fólk, um meira koppingarevni var til taks. Tepru nøgdirnar av koppingarevni hava havt við sær, at steðgir hava verið í koppsetingini millum hvørja sending av koppingarevni.

Alt bendir tó á, at nøgdirnar fara at vaksa sera nógv eftir páskir og koppsetingarbólkurin væntar framvegis, at øll yvir 15 ár í Føroyum eru koppsett, tá ið vit koma í julimánað.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.