Corona.fo

Lata upp aftur fyri vitjandi mánadagin

15. JANUAR 2021

Seinastu tíðina hava sjúkrahúsini havt afturlatið fyri vitjandi. Hesar avmarkingar fara úr gildi mánadagin 18. januar, tá sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi. Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu tó ikki koma á sjúkrahúsi fyrr enn tey hava fingið negatist svar uppá koronukanningina á sætta degi.

Tá koronasmittan tók seg upp aftur um jóltíðir vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevði millum annað við sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum.

Tamarhald tykist tó vera á smittuni og nýggju tilburðirnir hava hug at fækkast, og tí hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta úr gildi tiltøkini. Tekur smittan seg upp aftur, kunnu tillagingar aftur koma fyri.

Mint verður á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.