Corona.fo

Nú kunnu fólk 85 ár og eldri bíleggja tíð til koppseting

25. MARS 2021

Fólk sum eru 85 ár og eldri kunnu nú bíleggja tíð til koppseting við nýggju bíleggingarskipanini á corona.fo. Sjúkrahúsverkið mælir til, at tey avvarðandi hjálpa við bíleggingini.

Frameftir verður koppsett eftir aldri og fyrst eru tað tey, ið eru 85 ár og eldri, sum eiga tørn. Lýst verður í miðlunum so hvørt nýggir aldurbólkar sleppa framat at bíleggja tíð til koppseting.

Her eru nøkur góð ráð, tá fólk bíleggja.

  • Hav p-tal og fartelefonina hjá tær, tá ið tú bíleggur tíð.
  • Kennir tú teg ikki trygga við tøknina, so mæla vit til, at ein avvarðandi hjálpir tær.
  • Til ber at brúka telefonnummar og teldupost hjá tí avvarðandi, tá ið tú bíleggur tíð.

Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst koppsetingarstaðið og so eina tøka tíð í upplatingartíðini.

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt ein vegleiðandi film, sum kann hjálpa tær við bíleggingini. Filmurin liggur á síðuni, har bíleggingin fer fram. Sí eisini filmin HER

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.