Corona.fo

Viðgerð fyri barnloysi verður flutt til Keypmannahavnar

10. FEBRUAR 2021

Landssjúkrahúsið fer nú at senda sjúklingar, ið hava tørv á viðgerð fyri barnloysi, til fertilitetsklinikk í Keypmannahavn. Støðan viðvíkjandi korona hevur verið atvoldin til, at stígur er komin í viðgerðirnar, sum hava verið framdar í Íslandi seinnu árini. Men nú verður væntandi gjørligt at bjóða viðgerð, hóast umstøðurnar.

Ætlanin er, at tey pørini, sum hava bíðað longst, verða send til viðgerðar fyrst. Harumframt verða tey pør, ið eru nær aldursmarkinum fyri viðgerð eisini raðfest.

Landssjúkrahúsið setur seg í samband við tey fáu pørini, ið eru í viðgerðargongd (og hava fryst egg) í Íslandi um, hvussu víðari skal farast fram. Tey, ið hava fingið játtað viðgerð fáa boð frá Landssjúkrahúsinum, tá tey skulu byrja í viðgerð. Tað kann taka eina tíð, áðrenn øll hava fingið boð.

 

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.