Corona: Binda um heilan fingur á sjúkrahúsunum

6. MARS 2020

Fyrrapartin vóru allir sjúklingar, sum eru innlagdir á teimum trimum sjúkrahúsunum og sum fáa antibiotika, kannaðir fyri coronavirus.

“Vit valdu í samráð við Landslæknan at taka hetta stig, nú coronavirus COVID-19 er staðfest í Føroyum. Sannlíkindi eru lítil fyri, at vit finna nakran smittaðan, men ynskja at binda um heilan fingur”, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari á Landssjúkrahúsinum.

Eingin illgruni er um smittu á teimum trimum sjúkrahúsunum og talan er bert um stakroyndir millum tey, ið eru innløgd júst nú. Tað verða tí ikki gjørdar kanningar av teimum, ið áður hava verið innløgd og ongar ætlanir eru um at gera kanningar av teimum, sum verða løgd inn á sjúkrahúsini næstu dagarnar.

Úrslitini frá kanningunum verða væntandi greið seinnapartin í morgin.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.