Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Kognitivar avbjóðingar – ilt við at hugsavna teg ?

13. FEBRUAR 2020

Psykiatriski depilin skipar fyri undirvísing fyri øll, sum hava áhuga fyri evninum kognitivar avbjóðingar.

Kognitivir trupulleikar eru ofta ein partur av sjúkueyðkennunum í samband við psykiatriskar sjúkur. Tað vil siga, at hesir sjúklingar ofta hava trupult við at vera uppmerksamir, hugsavna seg, minnast, planleggja og hava yvirblikk, sum kann vera við til at gera gerandisdagin enn truplari bæði privat og í arbeiðs/lestrarhøpi.

Endamálið við undirvísingini er at lýsa hvussu kognitivir trupulleikar kunnu vísa seg, hvørjar avleiðingingar teir kunnu viðføra, og hvussu ein kann hándfara teir best møguligt í gerandisdegnum.

Nær: 3. mars kl. 15.30-17.00
Hvar: Eirargarður 19, konferansu høli 1

Málbólkur: øll áhugaði

Tilmelding á teldupost: undirvising.psyk@ls.fo innan 2. mars kl. 15

Undirvísari er Anna Vilhelmsen, neuropsykologur

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.