Corona.fo

Landssjúkrahúsið setir ferðina niður

13. MARS 2020

Eisini á Landssjúkrahúsinum verða munandi átøk gjørd fyri at minka um smittuvandan av coronavirus. Hesi átøk merkja í høvuðsheitum, at vit raðfesta viðgerðirnar til tey, sum hava størsta tørvin. Allar aðrar viðgerðir og kanningar vera útsettar.

Sjúkrahúsini eru ein høvuðsæðr í tilbúgvingini í Føroyum, og tí hevur leiðslan tikið øll ráðilig stig til at forða fyri, at sjúklingar og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum ikki verða smittað av coronavirusinum. Átøkini hava longu fingið avleiðingar fyri sjúklingar, og tey fara at ávirka tænastan sjúkrahúsið fyribils teir komandi 14 dagarnar.

Niðanfyri kunna vit um nøkur av átøkunum, sum eru og verða sett í verk á Landssjúkrahúsinum.

Skurðdepilin útsetir planlagt virksemi
Frá mánadegnum verða mest sum allar planlagdar skurðviðgerðir útsettar, sum ikki eru bráðfeingis. Tó verða allar krabbameinsviðgerðir og kanningar framdar sum vanligt.

Skert virksemi á seingjardeildunum
Bæði á medisinska og psykiatriska deplinum eru færri sjúklingar innlagdir á deildunum enn vanligt. Allir aðrir sjúklingar verða útskrivaðir. Eisini á føðideildini er virksemið avmarkað til tað bráðneyðuga. Øll føðifyrireiking og rundvísing er avlýst, og strangar avmarkingar eru settar til vitjanir.

Samstundis er medisinska deildin B7 nú skipað sum serstøk “coronadeild”, ið verður tikin í nýtslu, um tørvur verður á at innleggja sjúklingar við coronasmittu.

Ambulatoriini lata aftur
Støða er tikin til, at øll medisinsku ambulatorii lata aftur frá mánadegnum og komandi 14 dagarnar. Í staðin lata vit upp serstøk ambulatorii til teir sjúklingar, ið ikki kunnu bíða við at koma til kanningar ella viðgerð. Eisini verða allar ambulantar kanningar og viðgerðir í psykiatriini útsettar, sum kunnu útsetast.

Læknarnir eru í ferð við at seta seg í samband við allar sjúklingarnar, sum verða ávirkaðir av hesum, og ein meting verður gjørd av tørvinum í hvørjum einstøkum føri.

Heldur einki ambulant virksemi verður á Ergo- og fysioterapideildini. 

Rannsóknarstovan skerda tænastu
Fyri at avmarka smittuvandan verða blóðroyndir og EKG einans tikin av teimum, sum skulu til viðgerð hjá serlækna á sjúkrahúsinum. Metir kommunulæknin ikki, at blóðroynd kann bíða, verða hesar gjørdar eftir avtalu.

Viðgerðir uttanlands verða útsettar
Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum hevur givið fleiri sjúklingum boð um, at viðgerðin uttanlands er útsett. Eisini her er bert talan um viðgerðir, ið kunnu bíða. Alt bráðfeingis verður gjørt sum vanligt.

Samstundis er eisini stórar avmarkingar á tekniska økinum, køkinum og á vaskaríinum á Landssjúkrahúsinum. 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.