Møguligt verkfall á donsku sjúkrahúsunum frá 4. Apríl 2018

28. MARS 2018

Danska sjúkrahúsverkið fyrireikar seg til eitt møguligt verkfall 4. apríl.

Í fyrstu atløgu verður akutt viðgerð ikki ávirkað, og skuldi verkfallið blivið hert, fara sjúkrahúsini altíð at viðgera lísvneyðugar viðgerðir. Tað ber til at lesa meira um verkfallið her.

Vit vita enn ikki hvussu hetta fer at ávirka føroyskar sjúklingar. Vit fylgja støðuni neyvt, og kunna okkara sjúklingar, so skjótt vit vita nærri. Sum nú er, planleggja vit í føroyska sjúkrahúsverkinum sum vanligt.

Sjúklingahotell Tórshavn verður ikki rakt av verkfallinum.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.