International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Sjúkrahúsverkið varisliga upp aftur í ferð

24. APRÍL 2020

Góða gongdin, við alt færri við koronasmittu, hevur við sær, at sjúkrahúsini nú aftur kunnu fara undir at gera fleiri viðgerðir og kanningar.

Eins og alt samfelagið fóru eisini sjúkrahúsini niður í ferð á Grækarismessu fyri at minka um smittuvandan. Tí hava nógvir sjúklingar hesa seinastu tíðina fingið boð frá lækna, at tíðin til kanningina ella viðgerðina er blivin útsett, fyri at geva pláss fyri koronatilbúgvingini á sjúkrahúsinum.

Fyribils hagtølini siga, at tiltøkini samanumtikið hava havt við sær, at 6 av 10 viðtalur á sjúkrahúsinum hava verið sum ætlað. Hyggja vit burturav eftir skurðviðgerðum, so vísa tølini at tað hava verið í millum 70 og 80 prosent færri skurðviðgerðir enn væntað hetta tíðarskeiðið.

Ikki full ferð beinanvegin
Í vikuni lótu fleiri ambulatorii varisliga upp fyri kanningum og viðgerðum og 1. mai eru øll ambulatoriini latin uppaftur. Kortini ikki við fullari ferð, tí ambulatorii mugu fylgja almennu tilmælunum um reinføri og fjarstøðu. Tað merkir eitt nú, at ikki ov nógv fólk kunnu savnast í bíðihølunum og serligur dentur verður lagdur á vaska og spritta hendurnar, tá fólk koma á sjúkrahúsini.

Her hugsi eg um reinføri, so sum hondvask ella hondspritt, tað er fjarstøða, og at tryggja, at ikki ov nógv fólk samlast í bíðihølunum. Tað er neyðugt at byrja varisliga og í smáum og tað merkir eisini, at full ferð kemur ikki á virksemið beinanvegin.

Serliga støðan ger, at sjúkrahúsini eisini fara at gera nøkur ting øðrvísi. Eitt nú við at hava fleiri telefonviðtalur, viðtalur umvegis netið, umframt vanligu viðtalurnar, har fólk møta upp.

Tað er framvegis neyðugt at avmarkað talið av vitjandi og eisini talið av avvarðandi, sum kunnu koma við sjúklinginum á sjúkrahúsið. Sjúkrahúsini harmast um støðuna, men endamálið er at minka um smittuvandan millum sjúklingar og starvsfólk.

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.