Corona.fo

Til sjúklingar knýttir at endokrinologiska ambulatorium

31. MARS 2020

Við núverandi vitan eru sjúklingar við osteoporosu IKKI í serligum vanda at gerast álvarsliga sjúk av møguligari koronasmittu. Tey flestu, sum hava osteoporosu, og fáa COVID19, hava eins sjúkugongd og tey, sum ikki hava osteoporosu, men hevur tú brot á ryggjargeislum, sum ávirkar lungnafunktiónina, er størri vandi fyri at fáa álvarsligari sjúkutekin av COVID19.

Viðmælt verður at fylgja leiðreglunum fyri korona.

Allar viðtalur í endokrinologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum eru útsettar. Eisini beinagrindsskanningar (DEXA-scanningar) eru útsettar. Tú fært boð frá okkum við einari nýggjari tíð.

Tú skalt IKKI møta í ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin er, at vit royna at forða smittuspjaðingini.

Øll, sum høvdu eina tíð, fáa bræv frá læknunum við svari uppá blóðroyndirnar. Her verður eisini mett um, hvussu skjótt tú skalt taka nýggja blóðroynd, og nær tú skalt hava eina nýggja tíð. Bíðitíðin kann vera millum 3-12 mánaðir. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivaran, 304599, lok 4630. 

Viðgerð á sjúkrahúsi og heima

Denusomab líkist eini vaccinu, men tað ávirkar ikki immunverjuna. Tískil er ikki øktur vandi í sambandi við COVID19. Sostatt kann tín viðgerð halda fram sum áður. Denusomab er bert í kroppinum í umleið 6 mánaðir, og tískil hevur tað týdning, at viðgerðin ikki verður útsett ov leingi. Um tú ikki hevur hoyrt frá ambulatoriinum innan 2 vikur, eftir at viðtalan varð avlýst/útsett, fara vit at heita á teg at seta teg í samband við skrivaran.

Zoledronsyra (Aclasta) er í beinagrindini longur enn 12 mánaðir, og tískil kann viðgerðin útsetast í 1-3 mánaðir, uttan at beinagrindin viknar.

Viðgerð heima:

Um tú fært COVID19 og verður serliga ávirkað/ur av hesum og ikki megnar at taka tin heilivág: 

Teriparatid (Forsteo). Ein stuttur viðgerðarstøðgur ávirkar ikki endaliga úrslitið av viðgerðini. Byrja bara aftur, tá tú ert før/førur fyri tí.

Alendronat. Ein stuttur viðgerðarsteðgur (1-3 vikur) ávirkar ikki endaliga úrslitið av viðgerðini. Byrja bert aftur, tá tú ert før/førur fyri tí.

Pínuviðgerð við panodil og ibuprofen kann halda fram.

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.