Corona.fo

Tiltøkini í Sjúkrahúsverkinum halda fram allan aprílmánaða

8. APRÍL 2020
Í Sjúkrahúsverkinum halda tiltøkini fram restina av aprílmánaða í fyrstu syftu.
 
Tað vil siga, at sjúklingar framvegis fara at uppliva, at viðgerðir og kanningar verða útsettar komandi tíðina. Hetta er tó bara galdandi fyri teir sjúklingar, ið kunnu bíða. Tað er serlækni, sum metir um í hvørjum einstøkum føri og allir sjúklingar fáa boð um broytingar eru.
Samstundis eru deildirnar farnar undir at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast á aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerð. Samanumtikið kann sigast, at:
·       Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaða
·       Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar
·       Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.