Uttanlandstænastan gevur boð

6. APRÍL 2020

Avgerð er tikin um framhaldandi at halda aftur við at senda sjúklingar til viðgerð uttanlands fram til 1.mei. Uttanlandstænastan er í holt við at gjøgnumganga allar innkallingar fram til 1.mei.

Trýstið er stórt á telefonirnar, og tí verður heitt á sjúklingar um í mest møguligan mun at bíða við at ringja. Uttanlandstænastan ringir til øll, har broytingar eru.

Í fyrstu syftu fáa tey boð, sum eru innkallaði í vikuni aftaná páskir. Tað verður vónandi í dag ella í morgin, tó í seinasta lagi mikudagin.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.